Sum Sólja Og Bøur
Hann angar Sum sólja og bøur,
Sum tað bláa hav,
hann sigur tær vakrastu søgur,
tá sól er farin í kav.
Hann droymir teir vakrastu dreymar
hvønn tann einasta dag,
droymur seg burtur
um dalar og heyggjar,
til støð tú ei hevur sæð,
á, um bert ein dag,
eg kundi flogið avstað við tær,
men vit hittast bara,
tá ið eg blundi,
í náttardreymum hjá mær.
Nú komin er kvøldarstund,
Eg droymi meg burtur til tín,
Og eg sovi mí søta blund,
Tú ert vagrasti dreymur mín